VERKSTOVA

Vit gera rullupylsu

7. oktober klokkan 19-21

Ókeypis, men tilmelding krevst – Avmarkað pláss

Er skeiðið fullteknað ring til Rótina +298 456974 og kom á bíðilista.

BINDIVERKSTOVA

FØROYAR – Pannuband og armband

7. oktober kl. 18:30-21:30

At hava við: 2 stokkar nr. 3 og sisutógv í flagglitum

Tiltakið er ókeypis, men tilmending krevst

Royking

Leygardagin, 8.mars, skipa vit fyri verkstovu um rávørugóðsking (curing) og royking, og úr Íslandi kemur royndi kokkurin og framleiðarin, Þórhildur Maria Jónsdóttir, at undirvísa (sí kunning um undirvísara niðanfyri).

Íslendarar gera nógv við at roykja mat, t.d. hangikjøt, sum verður roykt við seyðatøð, og Þórhildur fer at greiða okkum frá hesum siðvenjum og mannagongdum. Eisini fáa vit frálæru um tilfar, rávørur og mannagongdir í samband við heita og kalda royking.

Verkstovan er bæði teoretisk og praktisk, t.v.s. at luttakarnar sleppa at royna seg við at roykja ymsar rávørur, so sum kjøt, fisk, rogn og grønmeti.

Verkstovan byrjar við vælkomukaffi kl. 10.00 og vit halda áfram til umleið kl. 17.00. Luttakararnar fáa mat og drekka á degnum, og tíð er somuleiðis sett av til smáir steðgir.

Dagfesting: Leygardagin 8. mars 2025 kl.10.00 – 17.00

Staðseting: Stórkøkurin hjá Tekniska skúla í Klaksvík

Luttøkugjald: 550,- við mati og tilfari íroknað.

Þórhildur María er ein royndur íslendskur kokkur, ið hevur arbeitt í matvinnuni í mong ár – bæði sum kokkur í matstovu og sum matframleiðari. Vegna stóra áhugan fyri mati hon verið partur av alskyns verkætlan, íverksetan og og menningarátøkum innan matøkið í Íslandi.  

Hon hevur sjálv verið matframleiðari, og tá fekk hon sær serkunnleika í at heittroykja síl ( Arctic char ).

Seinastu árini hevur hon arbeitt sum leiðari á Vörusmiðjan Biopol – ein góðkend framleiðslustøð til smáframleiðarar og bøndur í Skagaströnd í útnyrðingspartinum av Íslandi. Her hevur arbeitt við matundirvísing, -íverkstan og -ráðgeving til íslendskir smáframleiðarar og bøndur.

Þórhildur María var millum stigtakararnar at stovna the Icelandic Association of Small-Scale Food Producers, sum er landsumfevnandi felag fyri smáir matframleiðarar. Í løtuni er hon ráðgevandi nevndarlimur hjá felagnum. Somuleiðis er hon í nevndini hjá Slow Food Reykjavík and Slow Food Nordic, har hon arbeiðir við at styrkja støðuna hjá smáframleiðarum og skapa margfeldið í íslendsku matframleiðsluni.

Í løtuni er Þórhildur í starvi hjá Farskólinn, ið er ein undirvísingardepil fyri vaksnamannaundirvísing, sum bjóðar skeið innan mathandverk og -framleiðslu.

Vørumenning: Matur sum ferðaminni

Tá vit eru á ferð – tað verið seg í aðrari bygd í Føroyum ella uttanlanda – er tað altíð hugaligt at uppliva staðbundnu smakkirnir og enntá kunna taka teir heimvið at deila við okkara kæru. Maturin er ferðaminni um góðar løtur og vøkur støð, sum fløva hjarta.

Umframt at verða ein smakkgóður háttur at goyma kær ferðaminni, kunnu lítlu matvørurnar eisni vera ein góð inntøka hjá teimum, ið takast við matframleiðslu, t.d. á útoyggj og øðrum smáplássum.

Mánadagin, 10.mars, skipa vit fyri verkstovu um mat sum ferðaminni í Føroyum. Góðskar tú grønmeti og urtir til krukkumat, t.d. saft, sirop ella súltutoy, ella hevur tú aðra matvøru, ið tú ynskir at selja sum ferðaminni til føroyingar og vitjandi uttan úr heimi – so er verkstovan ætlað júst tær.

Stórur áhugi er fyri staðbundnum matvørum – bæði til egna nýtslu heima við hús og sum gáva ella ferðaminni. Á verkstovuni fáa luttakararnir viðkomandi frálæru um handfaring av matvøru, pakking, marknaðarføring og sølu, umframt at pláss at pláss er fyri sparring og spurningum.

Verkstovan verður hildin á RÓTIN í Klaksvík 10. mars 2025 kl. 14:00-17:00.

Luttøkugjaldið er 250,- við kaffi íroknað, og plássið er avmarkað.

Rabarbu- og hvannverkstova

Sunnudagin, 31. mai, kl. 13.00 – 17.00, verður rabarbu- og hvannverkstova í nýggja og væl útgjørda undirvísingarkøkinum hjá Rótini.


Vit byrjað við vælkomukaffi og -práti um rabarbu og hvann í føroyskari matgerð. Saman við Sunnivu umrøða vit burðadygga matframleiðslu og fyrimunir við føroyskum fleiriáraplantum sum rabarba og hvonn. Síðani verður farið í køkin at skapa, smakka og spráka. Tað er dugnaligi og nýhugsandi kokkurin, Sonni Zachariassen, ið fer at vísa okkum heilt nýggir hættir at nýta rabarbuna í gerandismatgerð.

Stað: Undirvísingarkøkurin hjá Rótini í Klaksvík

Pláss er fyri 16 luttakarum

Kostnaður: 350,-

Undirvísarar: Sonni Zachariassen og Sunniva G. Mortensen

Matvørureinføri

Góðkent skeið til øll tykkum, ið arbeiða við matframleiðslu og matgerð, tað verið seg matgerð til vitjandi í egnum heimi (heimablídni), vøruframleiðsla, matgerð í stórkøki (stovnar, sambýli, kantinur) og matgerð á skipum.

Skeiðið fevnir um tveir dagar, har vit byrja ? mars 2025 kl. 9.00 og enda kl. 15.30.

Frálæra verður givin um bakteriur, vágar, rættar mannagongdir, amboð og persónligt reinføri.

Luttøkugjaldið er 2.200 kr. við mati, tilfari og skeiðsváttan íroknað

Tari: Ein heilsugóð rávøra

Í sjónum kring Føroyar eru alskyns tarasløg, ið eru góð til matna. Ja tarin hevur so nógvir góðir eginleikar, at hann verður mettur at vera megnakostur (“superfood”).

Á verkstovuni, 9. mai 2026, seta vit sjóneykuna á føroyska mattaran:

Agnes Mols Mortensen, lívfrøðingur og taraserfrøðingur, fer at greiða okkum frá livandi og góðskaðum tarasløgum og vistskipan og burðardygd í náttúruni, og Jóhanna á Tjaldrafløtti, dietistur, fer at fortelja okkum um kostfrøði – hví tarin er heilsugóður – og leggja okkum lag á við leskiligari gerandismatgerð við tara.

Verkstovan endar við hugnaligari felagsmáltíð.

Luttøkugjaldið er 600 kr við mati og tilfari íroknað

Er skeiðið fultteknað ring á RÓTINA tlf. 456974 ella skriva til rotin@rotin.fo og kom á bíðilista

LÆR AT SÚLTA OG FERMENTERA

Samstarv millum Búnaðarstovuna, Mat- og tilfeingishúsið, Veltuna, Matkovan og Rótina

5. PARTUR: Góðsking av grønmeti

Síðani januar hava vit arbeitt við at dyrka egið grønmeti. Vit hava sett fræ í mold, hjúkla um planturnar og nú fara vit at góðska og goyma grønmetið. Á skeiðinum fara vit at læra at súlta og fermentera grønmeti, umframt at vit fáa vitan um rætta handfaring av rávørum og matvørureinføri.

Staður: Sunnudagin, 13. September kl. 13.00 – 15.30, á Rótini í Klaksvík

Undirvísarar: Jóhanna á Tjaldrafløtti og Sunniva G Mortensen.

Tilmelding og gjald: Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá Rótini, og plássið er avmarkað. Av tekniskum misgáum er neyðugt, at tey, sum longu hava meldað seg til skeiðið umvegis Búnaðarstovuna, gera hetta umaftur umvegis heimasíðuna/bíleggingarskipanina hjá Rótini.

Skeiðsgjaldið er 100kr, ið fevnir um tilfar,  og luttakarnir verða bidnir um at hava egnar krukkur við:

  • 1-2 patentgløs til fermentering (½ litur glas er passandi)
  • Eini 4 lítlar glaskrukkur til súlting (súltutoysgløs).

Tit eru vælkomin at taka grønmetið við, sum tit sjálvi hava dyrkað – send okkum kunning um grønmetisslag og -nøgd, tá tit tekna tykkum til skeiðið.

Er skeiðið fullteknað ring til Rótina +298 456974 og kom á bíðilista.

NB! Bussur koyrir úr Havnini kl 10:50 og er í Klaksvík kl. 12:25

Melda til tíðindabræv

– og fá tíðindi um nær skeiðini byrja

Samband

Við Sandin 4
FO-700 Klaksvík
Føroyar

Tel +298 456974
Far +298 216974

rotin@rotin.fo

Vinnutal: 331015

Føroyskar heimasíður

folkaheilsa.fo
hfs.fo

Fylg okkum á 

 

© 2025 Rótin. Ein heimasíða frá ELSE
RITA INN