Samstarv millum Búnaðarstovuna, Mat- og tilfeingishúsið, Veltuna, Matkovan og Rótina
5. PARTUR: Góðsking av grønmeti
Síðani januar hava vit arbeitt við at dyrka egið grønmeti. Vit hava sett fræ í mold, hjúkla um planturnar og nú fara vit at góðska og goyma grønmetið. Á skeiðinum fara vit at læra at súlta og fermentera grønmeti, umframt at vit fáa vitan um rætta handfaring av rávørum og matvørureinføri.
Staður: Sunnudagin, 13. September kl. 13.00 – 15.30, á Rótini í Klaksvík
Undirvísarar: Jóhanna á Tjaldrafløtti og Sunniva G Mortensen.
Tilmelding og gjald: Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá Rótini, og plássið er avmarkað. Av tekniskum misgáum er neyðugt, at tey, sum longu hava meldað seg til skeiðið umvegis Búnaðarstovuna, gera hetta umaftur umvegis heimasíðuna/bíleggingarskipanina hjá Rótini.
Skeiðsgjaldið er 100kr, ið fevnir um tilfar, og luttakarnir verða bidnir um at hava egnar krukkur við:
- 1-2 patentgløs til fermentering (½ litur glas er passandi)
- Eini 4 lítlar glaskrukkur til súlting (súltutoysgløs).
Tit eru vælkomin at taka grønmetið við, sum tit sjálvi hava dyrkað – send okkum kunning um grønmetisslag og -nøgd, tá tit tekna tykkum til skeiðið.
Er skeiðið fullteknað ring til Rótina +298 456974 og kom á bíðilista.
NB! Bussur koyrir úr Havnini kl 10:50 og er í Klaksvík kl. 12:25
