Tey 7
kostráðini

folkaheilsa.fo

Et nógv grønmeti, fullkorn og fisk og drekk vatn afturvið. Tey flestu fólk hava hoyrt um kostráðini, men hvussu ger man so í gerandisdegnum?

Almennu kostráðini – góð fyri heilsuna og umhvørvið

Kostráðini taka støði í norðurlendsku kostráðunum, sum eru samansett av einum norðurlendskum toymi av serfrøðingum. Vit hava føroyskað ráðini og taka tí eisini støði í tí føroysku mentanini og avbjóðingunum í matvanunum hjá føroyingum. Til hetta arbeiðið hava vit brúkt bæði kostfrøðingar og málfrøðingar.

Boðini í kostráðunum eru millum onnur hesi:

et nógv meira grønmeti og frukt
et minni kjøt og meira fisk og bjølgfruktir
et fullkornsríkan mat

Kostráð og umhvørvi

Eins og onnur lond hava vit valt at taka umhvørvisliga sjónarhornið við í kostráðini og vísa á, hvussu vit kunnu vera umhvørvisvinarlig, tá ið vit velja, hvat vit eta. Alt, sum vit eta og drekka, hevur stóran týdning fyri umhvørvið. Hetta kemst av, at framleiðslan av matvørum elvir til útlát av vakstrahúsgassi, og kallast hetta matvørukolevnisfótaspor.

Melda til tíðindabræv

– og fá tíðindi um nær skeiðini byrja

Samband

Við Sandin 4
FO-700 Klaksvík
Føroyar

Tel +298 456974
Far +298 216974

rotin@rotin.fo

Vinnutal: 331015

Føroyskar heimasíður

folkaheilsa.fo
hfs.fo

Fylg okkum á 

© 2025 Rótin. Ein heimasíða frá ELSE
RITA INN