Loading Events

« All Events

  • Hetta skeiðið er liðugt

Matfrø(ð)i 2025: Tari – ein heilsugóð rávøra í føroyska køkinum

10 mai, 10:00 - 15:00

- 400KR

Í sjónum kring Føroyar eru alskyns tarasløg, ið eru góð til matna. Ja tarin hevur so nógvir góðir eginleikar, at hann verður mettur at vera megnakostur (“superfood”).

Á verkstovuni, 10. mai, seta vit sjóneykuna á føroyska mattaran:

Agnes Mols Mortensen, lívfrøðingur og taraserfrøðingur, fer at greiða okkum frá livandi og góðskaðum tarasløgum og vistskipan og burðardygd í náttúruni, og Jóhanna á Tjaldrafløtti, dietistur, fer at fortelja okkum um kostfrøði – hví tarin er heilsugóður – og leggja okkum lag á við leskiligari gerandismatgerð við tara.

Verkstovan endar við hugnaligari felagsmáltíð.

Luttøkugjaldið er 400 kr íroknað mat og tilfar. Er skeiðið fultteknað ring á Húsarhaldsskúlan 216974 og kom á bíðilista

Upplýsingar

  • Dato: 10 mai
  • Klokkan:
    10:00 - 15:00
  • Kostanður: 400KR

Venue

  • Húsarhaldsskúlin

Keyp skeið

The numbers below include tickets for this event already in your cart. Clicking "Get Tickets" will allow you to edit any existing attendee information as well as change ticket quantities.
Tað er ikki møguligt at keypa skeiðið longur

Melda til tíðindabræv

– og fá tíðindi um nær skeiðini byrja

Samband

Við Sandin 4
FO-700 Klaksvík
Føroyar

Tel +298 456974
Far +298 216974

rotin@rotin.fo

Vinnutal: 331015

Føroyskar heimasíður

folkaheilsa.fo
hfs.fo

Fylg okkum á 

 

© 2025 Rótin. Ein heimasíða frá ELSE
RITA INN