Kálrótin: Verkstova um føroyskt rótmeti
08 november, 13:00 - 17:00
-
350kr
Kálrótin: Verkstova um føroyskt rótmeti
Tey flestu kenna korkalittu rótina sum tilhoyr til ræst lambskjøt, men kálrótin er leskiligt og ódýrt rótmeti, ið vit kunnu brúka í alskyns matgerð.
Kálrótin veksur sera væl í Føroyum, og rótatíðin fevnir um fleiri mánaðir. Tí áttu vit at givið rótini meira ans.
Á verkstovuni fáa luttakararnir vitan og íblástur til matgerð við kálrót. Talan verður um lættir, men spennandi rættir, so øll kunnu vera við.
Undirvísari er Sonni Zachariassen, kokkur
Kostnaður er 350 kr.
Er skeiðið fullteknað ring til Rótina +298 456974 og kom á bíðilista.