RÓTIN

Ein modernaður og kreativur skúli!

Ein innbjóðandi skúli, við nógvum hugnaligum krókum og spennandi rúmum. Eitt heimligt stað, sum angar av nýbakaðum og osar av kreativiteti. Ein skúli har næmingarnir sleppa at útfolda síni skapandi evni, bæði tá tað snýr seg um mat og handverk.

Skúlin vil altíð verða karmur um eina modernaða ungdómsmentan, sum tekur støði í nú’inum og raðfestur hjartarúm og dygd og tekur trivnað, menning og lívsgóðsku í hægsta álvara.

RÓTIN byggir á eina áhugaverda søgu og er ein týðandi mentanarberi í dagsins samfelag. Ein modernaður og kreativur skúli har tað gamla møtir tí nýggja.

Endamálið

Endamálið við skúlanum er at reka RÓTINA innan fyri karmarnar, sum ásettir eru í Løgtingslóg nr. 66 frá 13. mai 1992 um húsarhaldsskúlar.

Skúlin gevur almennandi undirvísing við serligum atliti til heimið og familjuna.

Ein vistarskúli

RÓTIN er ein vistarskúli, og tað merkir, at allir næmingar, sum ganga á skúlanum, eisini búgva á skúlanum. Skúlin hevur búpláss fyri 36 næmingum.

Í frítíðini er virksemi ein tíðandi partur av uppihaldinum, og tí verður skipað fyri hugnakvøldum eina ferð um mánaðin.

Tað er sjálvsagt, at tá nógv ungfólk skulu húsast undir somu lon, er tað umráðandi at hava tað gott saman. Tí verður stórur dentur lagdur á felagslívið á skúlanum, at næmingarnir læra at virða hvønn annan og at vísa ábyrgd hvør fyri øðrum lærugreinir.
Á tí 26 viku langa heystskeiðinum er frálæra í lærugreinum sum praktisk matgerð, føðslulæra, vørukunning, orkurokning, kostsamanseting og dygd, brúkaralæra, reinføri, samfelagslæra, fyrstahjálp, brandskeið og eisini verður kunnað um onnur evni í samráð við næmingarnar. Frálæra er eisini í aerobic og drama, og arbeitt verður tvørfakliga við ymiskum verkætlanum. Á hondarbeiðsøkinum er fjølbroyttar lærugreinar t.d. seyming, leður- og skinnarbeiði, brodering, føroysk bond, silkimáling, patchwork o.a.

Skeiðvirksemi

Tey stytru skeiðini sum RÓTIN heldur í várhálvuni eru vorin ein týðandi táttur í virkseminum hjá skúlanum.

Skipa verður fyri ymiskum hondarbeiðsskeiðum, bæði sum vikuskiftisskeið og sum vikuskeið.

Undirvíst verður í seyming av vestum og buksum til føroyska mannfólkabúnan.

Skeið sum “Heilsugóður matur og handarbeiði” eru afturvendandi tiltøk og skeiðluttakarnir koma úr øllum landinum.

Melda til tíðindabræv

– og fá tíðindi um nær skeiðini byrja

Samband

Við Sandin 4
FO-700 Klaksvík
Føroyar

Tel +298 456974
Far +298 216974

rotin@rotin.fo

Vinnutal: 331015

Føroyskar heimasíður

folkaheilsa.fo
hfs.fo

Fylg okkum á 

 

© 2025 Rótin. Ein heimasíða frá ELSE
RITA INN