Skeiðið sum heild

RÓTIN hevur eitt fjølbroytt úrval av lærugreinum.

Afturat vanligari undivísing, er ein partur av undirvísingini skipaður í tvørfakliga evnisviðgerð. ​

DØMI UM EVNI
  • Kostur
  • Altjóða vika
  • Kostkanning v.m.
  • Evnisarbeiðið endar við framløgu fyri floksfeløgum og í onkrum føri almannakunngerð av kanningarúrslitum. Hesin arbeiðsháttur samansjóðar fakliga kunning og handaligt arbeiði, ið ger, at øll á sín hátt eftir evni og førleika fáa nógv burturúr
LÆRUGREINAR
  • Matlæra
  • Føðslulæra
  • Reinføri
  • Samfelags- og brúkaralæra
  • Tilskering og seyming
  • Brodering
  • Binding
  • Silkimáling
  • Glaslist
  • og annað
ONNUR EVNI
  • Fínari matgerð
  • Borðeiðing
  • Føroyskur matur
  • Matur til ítróttarfólk
  • Matur úr fremmandum londum
  • Fyrstahjálp
  • Brandskeið
  • Útferðir og hugnakvøld

Matgerð

Heilsugóður kostur, vælsmakkandi rættir, matur úr fremmandum londum, føroyskur matur – tú fært innlit í eina fjølbroytta matmentan. Tú lærir ikki bert at matgera, men eisini at sita sum gestur við væl dekkað borð!

Handarbeiði

Eitt spennandi og fjølbroytt úrval av møguleikum – dømi eru seyming og tilskering, skinn- og leðurarbeiði, brodering og gerð av føroyskum klæðum, silkimáling, patchwork, glaslist, applikatión- annars,hvat tú sjálv/ur kanst finna uppá.

Aðrir møguleikar á skúlanum

Ein góður partur av skeiðnum er virksemi í frítíðini. Samanhaldið er gott og møguleikarnir nógvir. Skúlin hevur m.a.: Venjingarhøli við ymiskum amboðum, teldu við interneti, sjónvarpsstovu og onnur hølir.

Tú býrt á skúlanum

Skúlin hevur búpláss til allar næmingarnar, tí verður eitt ½ ár á RÓTINI ein ógloymandi tíð.

Samanhald, útferðir, skemt og undirhald verður samanflættað við fakligt arbeiði, har hvør bólkur ger munagóð avrik. Tað hevur víst seg at eydnast sera væl hjá øllum at blíva partur av tí góða samanhaldinum, so halt teg ikki aftur

BYRJA NAKAÐ NÝTT Í DAG

Tilmelding til heystskeiðið

Tilmeldingarfreistin 10. mars 2026.
Umsóknir móttiknar eftir 10. mars koma bíðilista.

Svar um upptøku verður sent við telduposti mánadagin 17. mars

Heystskeið 2026/2027

2 + 3 = ?

This error message is only visible to WordPress admins

Error: No feed found.

Please go to the Instagram Feed settings page to create a feed.

Melda til tíðindabræv

– og fá tíðindi um nær skeiðini byrja

Samband

Við Sandin 4
FO-700 Klaksvík
Føroyar

Tel +298 456974
Far +298 216974

rotin@rotin.fo

Vinnutal: 331015

Føroyskar heimasíður

folkaheilsa.fo
hfs.fo

Fylg okkum á 

 

© 2025 Rótin. Ein heimasíða frá ELSE
RITA INN