Skeið í súlting og fermentering

Samstarv millum Búnaðarstovuna, Mat- og tilfeingishúsið, Veltuna, Matkovan og Rótina.

Staður: Sunnudagin, 13. September kl. 13.00 – 15.30, á Rótini í Klaksvík

Undirvísarar: Jóhanna á Tjaldrafløtti og Sunniva G Mortensen.

Tilmelding og gjald: Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá Rótini, og plássið er avmarkað. Av tekniskum misgáum er neyðugt, at tey, sum longu hava meldað seg til skeiðið umvegis Búnaðarstovuna, gera hetta umaftur umvegis heimasíðuna/bíleggingarskipanina hjá Rótini.

Skeiðsgjaldið er 100kr, ið fevnir um tilfar,  og luttakarnir verða bidnir um at hava egnar krukkur við:

  • 1-2 patentgløs til fermentering (½ litur glas er passandi)
  • Eini 4 lítlar glaskrukkur til súlting (súltutoysgløs).

Tit eru vælkomin at taka grønmetið við, sum tit sjálvi hava dyrkað – send okkum kunning um grønmetisslag og -nøgd, tá tit tekna tykkum til skeiðið.

Er skeiðið fullteknað ring til Rótina +298 456974 og kom á bíðilista.

NB! Bussur koyrir úr Havnini kl 10:50 og er í Klaksvík kl. 12:25

sunn er í Klaksvík kl. 10.40, so vit viðmæla tykkum, sum ferðast við bussi, at tekna tykkum til seinna skeiðið. Hava tit trupulleikar at finna fart, eru tit vælkomin at siga okkum frá, so kunnu vit kanska hjálpa at samskipa felags flutning.

 

 

 

Melda til tíðindabræv

– og fá tíðindi um nær skeiðini byrja

Samband

Við Sandin 4
FO-700 Klaksvík
Føroyar

Tel +298 456974
Far +298 216974

rotin@rotin.fo

Vinnutal: 331015

Føroyskar heimasíður

folkaheilsa.fo
hfs.fo

Fylg okkum á 

 

© 2025 Rótin. Ein heimasíða frá ELSE
RITA INN