Tag Archive for: sjómatur

Tari: Ein heilsugóð rávøra í føroyska køkinum 2026

Í sjónum kring Føroyar eru alskyns tarasløg, ið eru góð til matna. Ja tarin hevur so nógvir góðir eginleikar, at hann verður mettur at vera megnakostur (“superfood”).

Á verkstovuni, 25.mai, seta vit sjóneykuna á føroyska mattaran:

Agnes Mols Mortensen, lívfrøðingur og taraserfrøðingur, fer at greiða okkum frá livandi og góðskaðum tarasløgum og vistskipan og burðardygd í náttúruni, og Jóhanna á Tjaldrafløtti, dietistur, fer at fortelja okkum um kostfrøði – hví tarin er heilsugóður – og leggja okkum lag á við leskiligari gerandismatgerð við tara.

Verkstovan endar við hugnaligari felagsmáltíð.

Undirvísarar Agnes Mols Mortensen og Jóhanna á Tjaldrafløtti
Kostnaður 600 kr. íroknað mat og tilfar

Er skeiðið fultteknað ring á Rótin 456974 og kom á bíðilista

Melda til tíðindabræv

– og fá tíðindi um nær skeiðini byrja

Samband

Við Sandin 4
FO-700 Klaksvík
Føroyar

Tel +298 456974
Far +298 216974

rotin@rotin.fo

Vinnutal: 331015

Føroyskar heimasíður

folkaheilsa.fo
hfs.fo

Fylg okkum á 

 

© 2025 Rótin. Ein heimasíða frá ELSE
RITA INN