3. sunnudagur í advent – Kalt reyðkálssalat
Kalt reyðkálssalat
- ½ reyðkál ella 1 reytt spískál
- 100 g av rukolasalat
- 1 bl av mandarinum
- 1/2 granatepli
- 100 g av bromberum
- 1 neva av valnøtum
- 50 g av morlaðum fetaosti
Arbeiðsháttur
Sker kálið í tunnar álir og blanda saman við rukolasalatinum. Rør dressingin saman og koyr omanyvir og legg salatið í eina skál ella eitt fat. Koyr mandarinirnar, granatepli og bromberini í salatið og vend varisliga runt. Stroy eitt sindur av valnøtum og morlaðum fetaosti omanyvir.
Dressingur
- 4 ssk av olju
- 2 ssk av vatni
- 2 ssk av hvítvinseddike
- 2 tsk av dijonsinnop
- 2 ssk hunangi
- Salt og pipar
