1. sunnudagur advent – Uppskrift upp á jólabollar
Jólabollar 20 stk
Tilfar
50 g av ger
2½ dl av flógvari mjólk
50 g av valnøtum
50 g av aprikosum
50 g av dalum/rosinum ella tranuberjum
75 g av myrkari sjokulátu
1½ dl av olju
2 egg
2 súpisk av hunangi
1 tesk av salti
1 tesk av kardamummu
2 tesk av rivnum appilsinskali
Uml. 600 g av hveitimjøli
Omanyvir
1 samanpískað egg
20 g av heslinøtum
2 súpisk av perlusukri
1 tesk av kaneli
Arbeiðsháttur
- Loys gerina upp í flógvu mjólkini.
- Sker nøtirnar, aprikosurnar, dadlurnar og sjokulátunu í smá petti og koyr í saman við restina av tilfarinum, hveitimjølið seinast og elt væl til deiggið sleppir ílatinum
- Set deiggið at ganga á flógvum staði í uml. 30 min.
- Evna til 20 bollar, set á eina bakarovnsplátu sum er klødd við bakipappíri og lat ganga í 40 min.
- Pensla bollarnar við samanpískaða egginum
- Blandað heslinøturnar, perlusukrið og kanelið saman og stroy
- Hita ovnin til 180 C og baka mitt í ovninum í uml. 15 – 20 min.
